Kunngerð um Føroyabanka 2026
Uppskotið skipar fiskiskapin eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026. Skipanin er tann sama sum í 2025.
Samlaða fiskidagatalið er 265 og verður býtt millum bólkarnar línuskip, útróðrarbátar 15-110 tons og útróðrarbátar undir 15 tons eftir sama leisti sum í 2025.
Í bólkinum línuskip og í bólkinum útróðrarbátar 15-110 tons verða fiskidagarnir býttir javnt sum egnir fiskidagar millum tey, sum hava veiðiloyvi í hvørjum bólki.
Fyri útróðrarbátar undir 15 tons (bólkur 5) eru tað bert bátar, sum í minsta lagi eitt av árunum 2023-2025 hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira, ið kunnu fáa fiskiloyvi á Bankanum í 2026.
Bátar í bólki 5, sum ætla sær á Føroyabanka í 2026, skulu innan ásetta freist søkja Vørn um fiskiloyvi. Fiskiskapurin hjá bátum í hesum bólki er skipaður við felags fiskidøgum við hámarki fyri hvønn bátin.
Føroyabanki 2026