Broyting í kunngerð um Føroyabanka
Broytingarnar hava mest týdning fyri fiskifør, ið frysta veiðu á Føroyabanka umborð.
Í galdandi kunngerð er ásett, at øll fiskifør, ið fiska á Føroyabanka, ikki kunnu fara til fiskiskap aðrastaðni, fyrr enn veiðan á Føroyabanka er landað. Uppskotið broytir hetta, so at fiskifør, ið frysta veiðu á Bankanum umborð, eru undantikin kravinum um, at veiðan skal landast, áðrenn tey byrja nýggjan túr.
Ein nýggj áseting er, at veiða á Bankanum, sum verður fryst umborð, skal stúgvast fyri seg, og allur pakningur við frystari fiskavøru av Bankanum skal merkjast við navni á fiskifari, fiskileið, fiskaslagi og veiðidagfesting.
Harumframt er nýggj áseting, sum áleggur fiskiførum, ið frysta veiðina á Føroyabanka umborð, at senda Vørn serstakar veiðifráboðanir, áðrenn tey koma á Bankan, tá tey royna á Bankanum, og tá tey fara av aftur Bankanum.
Freistin at senda møguligar viðmerkingar er til og við 6. september 2026.
Føroyabanki2026