22.05.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Uttanríkis- og fiskimálaráðið søkir eftir fulltrúa til Uttanríkistænastuna

Uttanríkis- og fiskimálaráðið søkir eftir fulltrúa til Uttanríkistænastuna

Droymir tú um at gerast partur av føroyska diplomatliðnum og kanska eisini ein dag at gerast sendifólk á einari av føroysku sendistovunum? 

Uttanríkis -og fiskimálaráðið søkir eftir fulltrúa til spennandi og avbjóðandi starv í Uttanríkistænastuni.  

Um starvið 
Uppgávurnar í Uttanríkistænastuni eru nógvar og fjølbroyttar. Sum fulltrúi kemur tú at virka á økjum, ið Uttanríkistænastan umsitur, t.d:    

  • á handilspolitiska økinum
  • á norðurlendska økinum  
  • í arktiska samstarvinum  
  • á trygdar- og verjuøkinum  
  • við málum innan mannarættindi og altjóða lóggávu  
  • við neyðhjálp og altjóða menningarsamstarvi  
  • við millumtjóða samstarvi um havpolitisk mál  
  • við public diplomacy og á protokollera økinum  

Førleikakrøv 
Viðkomandi hægri útbúgving á master ella kandidatstigi frá hægri lærustovni, t.d. innan diplomati, altjóða politikk, stjórnmálafrøði, løgfrøði, búskaparfrøði, miðlar og samskifti ella javnbjóðis útbúgving.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almennari fyrisiting og/ella royndir við diplomatiskum virksemi, millumtjóða samstarvi á stjórnarstigi ella aðrar viðkomandi royndir við altjóða samstarvi.    

Vit vænta, at tú: 

  • ert diplomatisk/ur, fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • hevur góð greiningarevni og politiskt tev
  • ert ágrýtin og fleksibul  
  • dugir sera væl at samskifta á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu  
  • hevur áhuga fyri uttanríkismálum  og samfelagsviðurskiftum  
  • skjótt og sjálvstøðugt dugir at finna fram viðkomandi tilfar og seta teg inn í nýggj 
    viðurskifti.

Vit bjóða 
Eitt spennandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti, har møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.

Løn- og setanartreytir 
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.  

Roknast kann við nógvari ferðing, og at arbeiðstíðin javnan fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð. 

Umsóknarfreist 
Umsókn við avriti av prógvum og øðrum skal vera Uttanríkis- og fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 14. juni 2026.  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannes V. Hansen, stjóra fyri Uttanríkistænastuna, á telefon 551009.

Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og fiskimálaráðnum á starv@ufmr.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.  

Tað er ein treyt fyri at verða sett/ur í starv í Uttanríkistænastuni, at viðkomandi kann trygdargóðkennast sambært galdandi reglum.

Uttanríkistænastan stendur fyri og skipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins. Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamstarv, heruppií handilsviðurskifti, trygdarmál, havtilfeingi, økisbundið samstarv, heruppií norðurlendska og arktiska samstarvið, altjóðarætt, tjóðarbranding, útflutningsframa, protokoll og konsularviðurskifti. Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva, Tel Aviv, Beijing og Washington eru partur av Uttanríkistænastuni.