Uppskot til nýggja kunngerð um fiskiloyvi 5 A og 5 B sent til hoyringar
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur sent uppskot til nýggja kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5 til hoyringar.
“Vit vilja hava eina skipan, sum betur tekur hædd fyri, at útróðrarbátarnir hava ymiskar fortreytir. Teir, sum hava útróður sum høvuðsvinnuveg, skulu hava eitt nøktandi tal av fiskidøgum, samstundis sum bátarnir í bólki 5 B eisini skulu hava góðar møguleikar at reka útróður. Við hesum broytingunum vilja vit fáa eitt betri býti av fiskidøgunum millum bólkarnar”, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.
Skipanin varð broytt í 2019 og hevur síðani ikki virkað í samsvari við endamálið, sum er at áseta eitt nøktandi dagatal til bólk 5 A. Í 2019 varð kravið um avreiðingarvirði sett til 200.000 kr., og síðani hevur hetta kravið verið einasta treytin fyri fiskiloyvi 5 A. Hetta hevur við sær, at bátar, sum ikki hava útróður sum høvuðsvinnuveg, eisini kunnu fáa A-loyvi, og at ov nógvir bátar lúka treytirnar fyri at fáa hetta loyvi. Skipanin tryggjar tí ikki, at bólkur 5 A verður avmarkaður til teir fult riknu útróðrarbátarnar, og bátarnir í bólki 5 A verða ikki tryggjaðir eitt nøktandi tal av fiskidøgum.
Skipanin er tí endurmett við tí endamáli at virka fyri, at treytirnar fyri fiskiloyvi í bólki 5 A avmarka bólkin til teir fult riknu útróðrarbátarnar, og at býtið av fiskidøgum millum bólkarnar stuðlar undir endamálinum við skipanini.
Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum eru hesar:
Kravið um avreiðingarvirði fyri fiskiloyvi 5 A verður hækkað úr 200.000 kr. til 500.000 kr., og avreiðingarvirðið seinasta álmanakkaárið fyri umsóknarárið verður avgerandi. Samstundis verður krav sett um, at inntøkan frá øðrum enn útróðri í mesta lagi kann vera 350.000 kr. næstseinasta álmanakkaárið fyri umsóknarárið.
Fiskiloyvi 5 B verður meginreglan og eigarin kann søkja um fiskiloyvi 5 A, um treytirnar eru loknar.
Fiskidagarnir verða býttir millum bólk 5 A og 5 B við ávikavist 60 og 40 prosentum.
Í mesta lagi helvtin av tillutaðu fiskidøgunum kann nýtast fyrra hálvár og ónýttir dagar verða fluttir til seinna hálvár.
Uppskotið til kunngerð og viðmerkingarnar til uppskotið eru løgd út til hoyringar á hoyringarportalinum.
Hoyringarfreistin er 18. desember 2026.