Í dag kemur týski kavbáturin U35 til bryggju á Oyrareingjum. Eftir ætlan verður kavbáturin liggjandi til vikuskiftið.
Vørn og týskir myndugleikar samskipaðu felags bjargingarvenjingar við tyrluni hjá Atlantic Airways, ið vóru seinnapartin í gjár umleið 5 fj. eystanfyri Nólsoy.