Í dag hitti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus, sum vitjar í Føroyum á fyrsta sinni. Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.
Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar, harímillum VØRN. Millum annað kann talan verða um felags venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.
Umframt fundin í Tinganesi vitjaði verjumálaráðharrin Føroya Tele og á Sornfelli saman við landsstýrismanninum.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.