Uttanríkis- og fiskimálaráðið sóknast eftir framskygdum og savnandi stjóra til Vørn.
Um starvið
Stjórin hevur evstu ábyrgd á stovninum, tryggjar dagliga raksturin og skal saman við deildarleiðslunum virka fyri, at Vørn verður rikið sum ein samlað eind.
Vørn røkir fjølbroyttar og týðandi uppgávur sum umsiting av fiskiloyvum, fiskiveiðieftirlit, veðurtænastu, trygd og tilbúgving. Stovnurin er undir Uttanríkis- og fiskimálaráðnum og fevnir um Fiskiveiðieftirlitið, MRCC/Tórshavnradio, Samfelagstrygd og tilbúgving og Veðurtænastuna, umframt skipini Brimil og Tjaldrið. Vørn hevur eisini avtalu við Atlantsflog um tyrlutænastu.
Útgreinaðar høvuðsuppgávur
At tryggja dygdargóða umsiting og fiskiveiðieftirlit.
At tryggja væl skipaða leiting og bjarging á føroyskari havleið.
At tryggja góða samskipan viðvíkjandi tilbúgving og samfelagstrygd.
At tryggja eina vælvirkandi veðurtænastu.
Fyri at náa hesum málum skal stjórin:
Tryggja, at stovnurin støðugt mennist og virkar samsvarandi settum krøvum.
Leiða og leggja til rættis virksemi innan øll arbeiðsøki á stovninum.
Tryggja dygga málsviðgerð og góða fyrisiting.
Virka fyri góðum trivnaði og einum tryggum, nýskapandi og mennandi arbeiðsumhvørvi.
Tryggja góða fíggjarstýring og at játtanir verða hildnar.
Førleikar og royndir
Tú skalt vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving. Tú hevur holla fakliga vitan, innlit í almenna fyrisiting, politiskt tev og skal kunna veita landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur leiðslu- og starvsroyndir, ið hava við virkisøkini hjá Vørn at gera.
Dentur verður lagdur á, at tú hevur altjóða útsýni og innlit í altjóða viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri virksemið hjá Vørn. Royndir við millumtjóða samstarvi kunnu somuleiðis vera ein fyrimunur.
Vørn umsitur málsøki, ið kunnu hava stóran almennan áhuga. Tí vænta vit eisini, at tú hevur hug og hegni at samskifta haldgott, beinleiðis og greitt.
Setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møgulig viðmæli skal sendast talgilt til Uttanríkis- og fiskimálaráðið á starv@ufmr.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. oktober 2026 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Herálvi Joensen, aðalstjóra, telefon 55 60 90.
Lýsingin kann lesast sum PDF her.