Starvið sum aðalskrivari í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) er leyst at søkja. Aðalskrivarin skal leiða skrivstovuna hjá NAMMCO og stuðla undir arbeiðinum hjá NAMMCO um burðardygga umsiting av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum. NAMMCO veitir limalondunum vísindaliga ráðgeving um umsiting av hvali og kópi. Limalondini í NAMMCO eru Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg. Skrivstovan hjá NAMMCO hevur sæti í Tromsø í Noreg.
Starvið er áramálssett fyri eitt fýra ára skeið við møguleika fyri at leingja setanina.
Les meira um starvið her