Semja millum Føroyar og Kina um at virka fyri betri marknaðaratgongd
Í gjár undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Ling Ji, varahandilsmálaráðharri, semjuskjal í Beijing. Semjuskjalið er eitt týdningarmikið stig í eini longri tilgongd at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Kina og leggur lunnar undir víðari arbeiðið at virka fyri einum fríhandilssáttmála.
Semjuskjalið byggir á eitt áralangt arbeiði at menna handilslviðurskiftini landanna millum. Eitt týðandi stig varð tikið í fjør, tá heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl vórðu undirritaðar. Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við hesum arbeiði, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil.
Áðrenn undirritanina hevði landsstýrismaðurin fund við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við Cai Wei, varauttanríkisráðharra. Á báðum fundunum fegnaðust partarnir um semjuskjalið og umrøddu týdningin av hesum fyri samstarvið.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.