13.11.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Portugisiski kavbáturin NRP Tridente vitjar í Føroyum

Portugisiski kavbáturin NRP Tridente vitjar í Føroyum

Í dag, 13. november, kemur portugisiski kavbáturin NRP Tridente til Føroya. Lagt verður at bryggju í Tórshavn fyrrapart og kavbáturin fer eftir ætlan avstað aftur mikudagin, 18. november.

NRP Tridente hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.