25.11.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Lýsing eftir umsóknum til flaggskipaverkætlanir

Lýsing eftir umsóknum til flaggskipaverkætlanir

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Flaggskipaverkætlanir

Til flaggskipaverkætlanir eru settar av kr. 2.400.000 í 2027. Søkjast kann um í mesta lagi kr. 1.000.000 árliga til hvørja verkætlan. Søkjast kann um stuðul í mesta lagi í trý ár.

Flaggskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.

Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki:

• Virðisøking

• Alt til lands

• Burðardyggur fiskiskapur

Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir.

Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini í reiðum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini.

Í viðgerðini av umsóknunum verður serligur dentur lagdur á, at:

• Úrslitini eru almannagagnlig.

• Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands.

Verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum.

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2027.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum, t-postur: simun.gronadal@ufmr.fo ella telefon 22 22 58.

Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er fríggjadagin 12. februar 2027 kl. 12:00.

Umsóknir skulu sendast talgilt til: ufmr@ufmr.fo.

Umsóknarblað

Vegleiðing til umsóknarblað

Endamálsorðing-Fiskivinnuroyndir

_______________________________________

Granskingarstovnar í Føroyum í dag eru: Búnaðarstovan, Heilsugranskingareindin undir Sjúkrahúsverkinum, Firum, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Tjóðsavnið, Tjóðskjalasavnið, Umhvørvisstovan, Sjókovin og Veðurstovan.