Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er á ferð í brasilska høvuðsstaðnum, Brasília, har hann hevur fundir við umboð fyri brasilsku stjórnina og vinnulívið um møguleikarnar fyri at styrkja sambandið og samstarvið millum Føroyar og Brasil.
Endamálið við ferðini er at halda fram við at menna sambondini millum Føroyar og Brasil og leggja grundarlag undir betri marknaðaratgongd og økt samstarv innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning.
Á fundum í forsetaskrivstovuni við Audo Faleiro, uttanríkispolitiska ráðgeva, og í handils- og vinnumálaráðnum við Aline Damasceno, vararáðharra, legði landsstýrismaðurin uppskot um ein handilssáttmála við Brasil/Mercosur fram. Hann vísti á, at Føroyar vilja endurnýggja søguliga handilssamstarvið við Brasil og flyta tað inn í ein nútímans handilskarm. Góðu royndirnar av samstarvinum innan heilsufrøði geva eitt gott grundarlag fyri at taka næsta stigið móti einum handilssáttmála.
Eisini hevur landsstýrismaðurin hitt Augusto Rocha, vararáðharra í ferðamálaráðnum, umframt norðurlendsku sendifólkini í Brasília fyri at fáa innlit í teirra royndir við handilsligum virksemi og samstarvi í Brasil og á suðuramerikonsku marknaðunum.
Í sambandi við vitjanina hevur eisini verið skipað fyri einum serligum føroyakvøldi á donsku sendistovuni, har umleið 100 gestir luttóku. Endamálið var at varpa ljós á Føroyar og styrkja sambondini við brasilska vinnulívið, myndugleikar og onnur áhugað.
Komandi dagarnar verða fleiri fundir á skránni.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.