17.04.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Landsstýrismaðurin á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins

Landsstýrismaðurin á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins
1 / 5

Í dag luttók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri, á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins í Oslo.

Høvuðsevnið fyri ráðstevnuna var: Eru Norðurlond til reiðar til kreppur? Serligur dentur varð lagdur á tilbúgving og mótstøðuføri í Norðurlondum, og boðskapurin var greiður – tættari samstarv millum Norðurlond er altavgerandi. Til setanina vóru gestarøðarar norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og ukrainski varaheilsumálaráðharrin, Ihor Kopach.

Landsstýrismaðurin luttók í spurnatíma saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum, har millum annað broytingarnar í Helsingforsavtaluni og sjálvstøðugur limaskapur hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum vórðu umrødd.

Harumframt hitti landsstýrismaðurin Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Loga Einarsson, íslendska samstarvsráðharran, Ville Väyrynen, forseta Norðurlandaráðsins og norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.