17.07.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Kunning um leiti- og bjargingarvenjing

Kunning um leiti- og bjargingarvenjing

Í morgin koma fýra bretsk F-35B flogfør í føroyskt loftrúm í sambandi við eina leiti- og bjargingvenjing, sum verður gjørd í samstarvi millum VØRN, bretska flogberan, Prince of Wales, og NATO. Flogførini hava støð á bretska flogberanum, HMS Prince of Wales, sum er eystanfyri Føroyar. MRCC, Brimil og tyrla taka lut í venjingini, sum er partur av NATO-átakinum NEPTUNE STRIKE.