08.05.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um Fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr. 

Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, mánadagin 18. mai 2026, og byrjar kl. 12:00 við miðmála. Kl. 13.05 fer Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, at seta framløgudagin. 

Síðani verður stutt greitt frá Fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. 

Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 15. mai 2026 klokkan 10:00 við at trýsta á hetta leinkið: Her sæst eisini skráin fyri dagin.