25.05.2026 · Uttanríkis- og fiskimálaráðið

ES-nevndarlimurin í hav- og fiskivinnumálum vitjar í Føroyum

ES-nevndarlimurin í hav- og fiskivinnumálum vitjar í Føroyum
1 / 6

Í hesum døgum vitjar Costas Kadis, ES-nevndarlimur í hav- og fiskivinnumálum, í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er vertur fyri vitjanini.

Á fundi seinnapartin umrøddu partarnir viðurskiftini millum Føroyar og ES, samstarv á hav- og fiskivinnuøkinum og møguleikar fyri at styrkja samstarvið frameftir. 

Í sambandi við vitjanina varð eisini vitjað hjá Hiddenfjord, umborð á Høgabergi, hjá Ocean Rainforest og á havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra.

Vitjanin í Føroyum varpar ljós á týdningin av góða samstarvinum millum Føroyar og ES.

Í morgin, týsdagin 26. mai, setir landsstýrismaðurin altjóða ráðstevnuna UArctic Congress, har Costas Kadis verður ein av høvuðsrøðarunum.

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.