Stuðul, freistir og umsóknarbløð

Stuðul til mentan verður umsitin í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Tað snýr seg serliga um stuðulsveitingar, ið játtaðar eru á løgtingsfíggjarlógini, har til ber at søkja um stuðul til ávís mentanarlig tiltøk, og um veitingar, ið verða lætnar meginfeløgum, sum taka sær av mentanarligum uppgávum, ið eru av almennum týdningi.

Freistir hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum

 Frá 1. januar 2025 er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðul til film.

• stuðul til mentanarlig tiltøk - verður lýst á heimasíðuni
• stuðul til myndlistafólk - verður lýst á heimasíðuni
• stuðul til barna- og ungdómsarbeiði (veddingarpengar) - verður lýst á heimasíðuni
• stuðul til yrkisleiklist - verður lýst á heimasíðuni

Eitt yvirlit yvir stuðulsskipanir hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum sæst her

Umsóknarbløð um stuðul

Umsóknarbløð í sambandi við stuðul til mentan og ymisk mentanarlig tiltøk, at søkja úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, fáast her.