Stutt og greitt um íslendska stjórnarskipan og politikk

Stjórnarskipan Íslands

Tá Ísland fekk tjóðveldi í juni 1944, varð nýggj stjórnarskipan sett í gildi. Hon var í stóran mun bygd á stjórnarskipanina hjá danska kongaríkinum. Størsti munurin var, at forsetin, sum nú kom í staðin fyri kongin, skuldi veljast við fólkaatkvøðu 4. hvørt ár. Síðan 1944 er stjórnarskipanin broytt sjey ferðir.

Í kjalarvørrinum á búskaparkreppuni, ið byrjaði í 2008, varð arbeitt við nýggjari stjórnarskipan. Stór ónøgd var við sitandi stjórn og stjórnarskipan og ynski var um at fremja broytingar, ið stuðlaðu undir betri gjøgnumskygni og álit. Mett varð, at Altingið var ov veikt og neyðugt var at seta greiðari reglur viðvíkjandi fólkaatkvøðum. Av løgfrøðiligum orsøkum bleiv nýggja stjórnarskipanin ikki viðtikin.

Ísland hevur forseta, ið er valdur at standa á odda fyri lýðveldinum og forsætisráðharra, ið stendur á odda fyri ríkisstjórn Íslands. Fjórða hvørt ár er forsetaval og verður forsetin beinleiðis valdur.

Tað er onki evstamark fyri, hvussu leingi forsetin kann sita, tað krevst einans, at hann verður afturvaldur. 6 forsetar hava sitið síðan 1944, harímillum Vigdís Finnbogadóttir, fyrsta fólkaræðisvalda kvinnan at vera ríkishøvd í heiminum, ið enn er tann kvinnan í heiminum, ið hevur sitið longst á sessinum (1980-1996).  Forseti Íslands er Halla Tómasdóttir, ið tók við forsetaembætinum 1. august 2024.

Ísland er býtt í seks valdømi. Hetta varð samtykt í stjórnarskipanini áðrenn valið í 2003. 63 tingsessir eru í Altinginum. Ein samgonga skal telja minst 32 sessir fyri at hava meiriluta, og ein flokkur skal hava 5% ella meira av atkvøðunum fyri at koma inn á Altingi. Øll eldri enn 18 ár hava valrætt.

Eftir at val hevur verið, fara allir floksformenninir eina forsetarundu (eins og formannsumfarið í Føroyum við løgtingsformannin). Forsetin spyr um málsetningarnar hjá teimum ymsu flokkunum og tekur síðan avgerð um, hvør skal leiða samráðingarnar um at skipa samgongu. Hetta er tó meira ein formalitetur enn nakað, ið verður útint í praksis. Valúrslitið og samskiftið millum teir ymsu flokkarnar avmarkar valdið hjá forsetanum. Forsetin hevur mandat til at geva teimum, ið eru samd um at fara undir stjórnarsamstarv, umboð til at mynda ríkisstjórn. Er ósemja, hevur forsetin ein meira aktivan leiklut. 

Núverandi stjórn og flokkarnir

Til seinasta val, ið var í novembur 2024, stillaðu 11 flokkar upp, harav seks komu í Altingið. 215.216  av teimum 268.422, ið høvdu valrætt, atkvøddu á seinasta vali – tvs. 80,18%. 

Teir seks flokkarnir, ið vórðu valdir í Altingið, vóru hesir:

Samfylkingin jafnaðarmannaflokkur Íslands S (Social Democratic Alliance), við 20,75% og 15 sessum (9 fleiri enn undanfarna val).

Sjálfstæðisflokkurinn D (Independence Party), við 19,36% av atkvøðunum og 14 sessum (2 færri enn undanfarna val).

Viðreisn C (Reform Party), við 15,82% av atkvøðunum og 11 sessum (6 fleiri enn undanfarna val).

Flokkur fólksins F (People´s Party), við 13,78% av atkvøðunum og 10 sessum (4 fleiri enn undanfarna val).

Miðflokkurinn M (Centre Party), við 12.10% og 8 sessum (5 fleiri enn undanfarna val).

Framsóknarflokkurinn B (Progressive party), við 7,80% av atkvøðunum og 5 sessum (8 færri enn undanfarna val).

Flokkarnir Vinstrihreyfingin – grænt framboð V (Left-Green Movement) og Píratar (Pirate Party) mistu báðir allar sínar sessir (8 og 6), og duttu so úr Altinginum.

Harumframt stillaðu flokkarnir Ábyrg framtið (Responsible Future), Lýðræðisflokkurinn - samtök um sjálfsákvörðunarrétt (Democratic Party) og Sósialistaflokkur Íslands (Icelandic Socialist Party) upp, men fingu ongar sessir.

29 kvinnur og 34 menn vórðu vald í Altingið.

Samgongan

Samgongan fevnir um Samfylkingina, Viðreisn og Flokkur fólksins. Kristrún Frostadóttir úr Samfylkingini er forsætismálaráðharri.

Samfylkingin:

Hoyrir til sosial-demokratiska flokksbólkin í altjóða høpi. Samfylkingin - jafnaðarflokkur Íslands byrjaði sum ein listasamgonga millum Alþýðuflokkinn, Alþýðubandalagið, Kvennalistinn og Þjóðvaki, og stillaði upp fyri fyrstu ferð í 1999. Flokkurin bleiv formliga stovnaður í 2000. Stevnumið flokksins byggir á norðurlendsku javnaðarhugsjónina um eitt sterkt vælferðarsamfelag, samhaldsfesti og javnrættindi. Flokkurin leggur eisini stóran dent á javnstøðu millum kynini og umhvørvismál.

Seinni árini hevur flokkurin serliga lagt dent á fíggjarligt støðufesti og at lækka rentuna. Flokkurin metur at Ísland stendur seg best, tá tey eru partur av altjóða samstørvum og vil at Ísland verður fullgildur limur í ES.

Viðreisn:

Hoyrir til tann liberala flokksbólkin í altjóða høpi. Flokkurin var stovnaður í 2016 av limum ið fóru úr Sjálvstæðisflokkinum vegna ósemjur um ES fólkaatkvøðu og manglandi marknaðarbúskapi. Flokkurin liggur høgrumegin miðjuna og stuðlar einum frælsum marknaði, sterkari kapping og einum einfaldari skatta- og regluverki, men metir samstundis, at tað almenna hevur eina týdningarmikla uppgávu í at tryggja vælferð, innlendis infrakervi og javnar møguleikar.

Viðreisn er greitt fyri ES-limaskapi og metir, at Ísland eigur at gerast limur og taka upp evruna.

Flokkur Fólksins:

Er ein populistiskur og sosialur flokkur, sum serliga leggur dent á vælferð, pensjónir og rættindi hjá eldri og sosialt útsettum. Flokkurin varð stovnaður í 2016 og hevur seinastu árini serliga lagt dent á at bøta um korini hjá fólki við lágum inntøkum og hækka pensjónir og aðrar almennar veitingar.

Flokkur fólksins er ikki greitt knýttur at høgra- ella vinstraveinginum og leggur heldur dent á ítøkilig mál hjá teimum bólkum, sum flokkurin metir vera settar til viks í samfelagnum. Flokkurin er ímóti ES-limaskapi og vil varðveita íslendska fullveldið og sjálvræðið.

Sendistovan í Reykjavík

7. septembur 2026