Vilt tú vera starvslesandi á sendistovuni í Keypmannahavn komandi árshálvu?
Uppgávur
Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á sendistovuni.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um at finna fram upplýsingar, gera frásagnir, skipa hagtøl, gera SoMe-tilfar og alt møguligt annað. Tær eru eisini praktiskar, og starvslesandi hjálpir at gera klárt til fundir o.l.
Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.
Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.
Starvsstaður
Starvsstaðurin er á sendistovu Føroya í Keypmannahavn, Strandgade 91, 4. hædd.
Sendistovan eru skipanarliga partur av Uttanríkistænastuni, ið er deild í Uttanríkis- og Fiskimálaráðnum.
Send tín umsókn til ninnav@mfa.fo í seinasta lagi 13. november 2026.