Neyðhjálp

Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og tí skulu vit liva upp til humanitera imperativið sum fyriskrivar, at altjóða samfelagið hevur skyldu til at veita neyðstøddum hjálp

Neyðhjálp verður umsitið í uttanríkistænastuni í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Virkað verður sambært heimild ásett í fíggjarlógini fyri 2016 og er endamálið við játtanini at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.

Seinru árini er hjálpin latin eftir áheitan og í samstarvi við hjálparfelagsskapir, bæði føroyskar og útlendskar og herundir altjóða stjórnarfelagsskapir undir Sameindu Tjóðum. Í góðum samstarvi leggja vit dent á, at neyðhjálpin verður skipað við støði í grundleggjandi humanitærum princippum um næstakærleika og óheftni og fer fram við støði í altjóða viðurkendum leiðreglum fyri góðum neyðhjálpararbeiðið.

Umframt bráfeingis hjálp skulu vit eisini geva neyðstøddum vón um bjartari framtíð. Tí skal neyðhjálpin har tað er viðkomandi og møguligt eisini virka fyri menning og at neyðstødd aftur kunnu lívbjarga sær á burðardyggum grundarlagi.

2016

Sýria
Mett verður at kríggið í Sýria hevur elvt til størstu og álvarsamastu flóttafólkastøðu í heiminum síðan seinna heimsbardaga.

Í 2016 hevur Føroya Landsstýri latið 1 millión krónur til humanitera neyðhjálpararbeiðið í Sýria í samstarvi við Reyða Kross Føroya. Peningurin fer til at tryggja vetrarneyðhjálpina til tey, sum eru innanhýsis burturrikin og liva sum flóttafólk í egnum landi. Veturin í Sýria byrjar í november og tí er neyðugt at tryggja, at grundleggjandi og vælfyriskipað neyðhjálp kann vera á staðnum, tá veturin byrjar. Hjálpin tryggjar at tey neyðstøddu yvirliva, fáa vart seg móti regninum og kuldanum og sleppa innandura antin í hús, tjøld ella undir presendingar. Teimum tørvar madrassur at liggja á, teppir at halda seg heit við, mat, klæðir og vatn.

2015

Vanuatu
Í 2015 varð oyggjaríkið Vanuatu í Kyrrahavinum rakt av ógvusligari nátturuvanlukku, har ein ódn nærum legði alt landið í oyði. Føroya Landsstýrið lat í samstarvi við Reyða Kross Føroya 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið eftir vanlukkuna.

Libia
Harumframt lótu Føroyar í samstarvi við Dansk Flygtningehjælp lótu Føroyar 1 millión krónur í neyðhjálp til flóttar í flóttafólkalegu í Libia. Endamálið við hjálpini var at bøta um lívskorini í leguni.

Ukraina
At enda lótu Føroyar í samstarvi við føroyska felagsskapin “Neyðhjálparbussin” 50.000 krónur til

Neyðhjálpararbeiðið til frama fyri flóttar í Ukraina.