Mest Settu Spurningar (FAQ)

1) Hvør kann søkja stuðul ?
Sjálvbodnir felagsskapir og stjórnarfelagsskapir kunnu søkja um menningarstuðul. Endamálið hjá felagsskapunum skal vera at virka fyri sjálvberandi menningarsamstarvi, til frama fyri menningarlond.
Sí ásetingarnar í lógini, sum kann takast niður her.

2) Hvussu søkir man ?
Umsøkjarin letur inn oyðublað, sum kann takast niður her.

3) Er umsóknarfreist ?
Tvær árligar umsóknarfreistir eru í 2016: 1. mai og 1. septembur.
Umsóknirnar verða viðgjørdar saman við ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv, sambært ásettum raðfestingum og krøvum. Miðað verður ímóti at geva svar í seinasta lagi tveir mánaðir aftaná umsóknarfreistina. Grundgevingar verða latnar, um talan er um noktandi svar.

4) Kunnu tit senda fólk út í heim ?
Uttanríkistænastan kann ikki av egnum ávum senda fólk út í heim at arbeiða ella í starvsvenjing, men kann veita ráðgeving í hesum sambandi.

5) Hvørji evnir eru raðfest?
Útbúgving og heilsa verður raðfest fremst. Eisini raðfesta vit fiskivinnu-verkætlanir.