Lógargrundarlag
Høvuðsendamálið við lógini um altjóða menningarsamstarv er at virka fyri at minka um búskaparliga ójavnan í heiminum við burðardyggum menningarsamstarvi.
Umframt høvuðsendamálið hevur landsstýrið sett sær sum mál at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum sum heild.
Fyri at røkka hesum endamáli er avgjørt, at fyrstu árini verður menningarsamstarv útint eftir hesi raðfesting:
Stuðul skal bert latast londum, sum OECD skilmarkar sum menningarlond.
Orka skal leggjast í at byggja upp samstarv við altjóða viðurkendar hjálparfelagsskapir – stjórnarligar sum sjálvbodnar – fyri síðan at vera saman við hesum felagsskapum um menningarverkætlanir
Har til ber, skal menningarsamstarvið skapa møguleikar fyri virknari, føroyskari luttøku.
At umsita lóg um altjóða menningarsamstarv, er kunngerð sett í gildi, sum lýsir neyvari treytir og reglur fyri, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðulin verður játtaður.
At fremja lógina í verki, er ráðgevandi nevnd sett, sum arbeiðir eftir ásettari fyriskipan.