Sáttmálin um rættindi hjá børnum (barnarættindasáttmálin) var samtyktur av ST aðalfundinum 20. novembur í 1989 og hevur verið í gildi fyri Føroyar, síðani landafrøðiliga fyrivarnið var tikið aftur tann 7. oktobur 1993.

Committe on the Rights of the Child (CRC) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við barnarættindasáttmálan.

Trý valfrí ískoyti eru løgd afturat barnarættindasáttmálanum. Valfría ískoytið um børn í vápnaðum stríði er galdandi fyri Føroyar, eins og valfría ískoytið um sølu av børnum, skøkjulevnað av børnum og barna pornografi. 

Føroyar eru ikki fevndar av valfría ískoytinum um eina samskiftisskipan. 

Frágreiðingar

Endaligar eygleiðingar

Tíðarfreist til næstu frágreiðing

Næsta hoyring

2016 (føroyski parturin er at finna á s 42 – 51)

 

annex 3 um Føroyar

 

 

 2017

 

Føroyskur samandráttur

 Útsett til 2024.

Verður ásett seinni. 

 

Les sáttmálan her:

Sáttmálin um rættindi hjá børnum (1989) - Barnarættindasáttmálin

    

Valfrítt ískoyti til barnarættindasáttmálan um virksemi hjá børnum í vápnaðum stríði

Valfrítt ískoyti til barnarættindasáttmálan um sølu av børnum, skøkjulevnað av børnum og barna pornografi

Valfrítt ískoyti til barnarættindasáttmálan um eina samskiftisskipan