Pan Euro Med
Um samsavnan av uppruna
Føroyar gjørdust í desember 2005 formligur partur í Alevropiska-Miðjarðarhavsskipanini um samsavnan av uppruna (Pan-Euro-Med), tá ið nýtt frumskjal 3 varð sett afturat handilssáttmálanum við ES. Pan-Euro-Med skipanin fevnir um ES, EFTA og miðjarðarhavslondini.
Eftir samráðingar við fríhandilspartarnar hjá Føroyum eru einsljóðandi frumskjøl samtykt og sett afturat øllum handilssáttmálum Føroya.
Meginreglur
Skipanin um samsavnan av uppruna hevur fleiri tættir, sum vinnulív í Føroyum kann nýta. Ein av meginreglunum í skipanini er, at vørur kunna skifta uppruna millum lond í skipanini. Tað ber til at keypa rávøru úr øllum londunum í skipanini, tilvirka vøruna og útflyta hana við tí upprunanum, sum stendur fyri størsta virðinum í lidnu framleiðsluni.
Altjóðagerðin hevur haft við sær, at vørur í dag mangan verða framleiddar við lutum úr ymiskum londum. Áðrenn skipanina um samsavnan av uppruna varð sett í verk høvdu londini ymisk upprunafrumskjøl, sum beinleiðis vóru ein forðan fyri víðum samhandli. Aðalhugsanin handan Pan-Euro-Med er, at Evropa skal verða eitt sameint handilsøki. Tí er skipanin um samsavnan av uppruna alneyðug til fyrimunar fyri brúkaran, framleiðaran, út- og innflytaran.
Ásetingar eru um, hvussu nógv ein vøra má tilvirkast/virðisøkjast fyri at skifta uppruna. Varðveitir ein vøra sín uppruna, skal hon útflytast eftir teimum handilsligu treytunum, sum landið haðani vøran er, hevur. Harumframt er gjørligt at nýta tilfar úr 3. londum til eina vøru – markvirðið má tó ikki fara upp um 10%.
Upprunavørur
Til tess, at ein vøra skal metast sum upprunavøra, krevst, at vøran er fult framleidd. Allýsingin fyri fult framleiddar framleiðslur finst í Grein 5 í upprunafrumskjalinum. Dømi um hetta innan fiskivinnuna er, at fiskur verður flakaskorin, royktur ella turkaður.
Til tess, at ein vøra skal kunna skifta uppruna krevst, at vøran er nøktandi viðgjørd. Allýsingin fyri ikki nøktandi viðgerð finst í Grein 7 í upprunafrumskjalinum. Dømi um hetta er, at tað er ikki nóg mikið at frysta vøru, at pakka vøru um, at salta vøru ella at støddar- ella góðskuskilja vøru. Keypa føroyskir framleiðarar t.d. fisk úr Íslandi og frysta hann, hevur hann ikki verið fyri nøktandi viðgerð til tess at skifta uppruna, og verður tískil mettur sum íslendsk upprunavøra, tá hann verður útfluttur til onnur lond í skipanini, ið Føroyar hava sáttmála við.
Sum áður nevnt er loyvt er at nýta vøru úr triðjalondum, tvs. lond sum ikki eru við í skipanini, í eini framleiðslu. Markvirðið má tó ikki fara upp um 10%. Sum meginregla verður hetta roknað út eftir virðinum at lidnu vøruni. Treytin fyri at triðjalandsvøra kann nýtast er at hon er partur av eini framleiðslugongd. Allýsingin fyri nýtslu av triðjalandsvøru er at finna í Grein 6 í upprunafrumskjalinum.
Fyritreytin fyri, at ein vøra kann skifta uppruna er tó, at londini frammanundan hava eina fríhandilsavtalu. Sostatt kann vinnulívið í Føroyum nýta frumreglurnar um samsavnan av uppruna mótvegis 28 londum – teimum 25 ES londunum umframt Íslandi, Noreg og Sveis.
Treytir
Tað er Tollvaldið í Føroyum, sum hevur eftirlit við, at treytirnar fyri samsavnan av uppruna verða fylgdar. Umframt áðurnevndu dømi eru eisini ásetingar um, hvussu ein vøra skal goymast, hvussu markvirðið verður roknað og hvussu bókførast skal. Neyðugar váttanir fyri øllum áðurnevndu viðurskiftum mugu fyriliggja.
Føroyska Tollvaldið, sum samstarvar við ES-tollmyndugleikarnar, ger stakroyndir, kannar virkir, har illgruni er um óreglusemi og hevur fráboðanarskyldu til ES, um reglurnar um samsavnan av uppruna ikki verða hildnar.
Søguliga gongdin
Føroyar søktu í 1999 um upptøku í ta táverandi Alevropiskaupprunaøkið ið var ein lutfalsliga nýggj skipan.
Samráðingar við ES gingu tó ikki eftir vild og varð úrslitið, at Føroyar endaðu sum einasta evropiska landið, ið ikki fekk limaskap í skipanini. ES óttaist einamest, at Føroyar skuldu gerast einar opnar dyr fyri vørum úr øðrum londum, serliga íslendskum og norskum fiskavørum. Londini í skipanini vóru ES, EFTA og Mið- og Eysturevropisku londini. Hesi seinast nevndu høvdu øll søkt um limaskap í ES. Av teimum eru tað Bulgaria, Rumenia og Turkaland, sum higartil ikki hava fingið ES-limaskap.
Tað er kortini ikki altíð ES, sum hevur ligið í buktini fyri føroyskum limaskapi í skipanini. Fótonglar hava verið lagdir frá mongum áhugabólkum. Ein ørgrynna av formligum og óformligum fundum hava verið millum Føroyar og ES um málið, og tað hevur verið eitt av høvuðsmálunum á hvørjum felagsnevndarfundi við samveldið síðani 1999.
Sendistova Føroya í Brússel hevur í sínum dagliga samskifti við ES myndugleikar og áhugabólkar verið ein kjarnuleikari í spurninginum, umframt at uttanríkisdeildin á Løgmansskrivstovuni hevur nýtt nógva orku til málið.
Nógvar samráðingar gingu striltið, men í 2003 tyktist bresta fyri nev. Annfinn Kallsberg, táverandi løgmaður, var í Brússel um várið fyri at skunda undir málið, og nakrar mánaðir seinni søgdu ES-myndugleikar, at nú var klárt hjá Føroyum at koma upp í skipanina. Til stuttleikar kann nevnast, at ES á felagsnevndarfundinum í 2003 byrjaði fundin við at ynskja Føroyum vælkomnum upp í Alevropiska upprunaøkið. Tíðindini bórust eisini í føroyskum fjølmiðlum um upptøkuna, men av ymiskum orsøkum gjørdist gildiskoman av ongum í tí umfarinum vegna innanhýsis mannagongdir í ES. Serliga hevur tað verið umsetingin til øll málini í ES, ið hevur tikið langa tíð.
Føroyar hildu á at streingja á gildiskomuna. Á vári 2005 var eisini Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í Brússel, og var eitt av málunum fyri vitjan løgmans at skunda undir ES-myndugleikar í hesum sambandi. ES samtykti formliga á Ráðsfundi 11. oktober í 2005 endaligu skjølini. Føroyar gjørdist í desember 2005 formligur partur av Pan–Euro-Med og Sendistova Føroya í Brússel hevur síðani vegna Føroya Landsstýrið undirritað frumskjølini við handilspartarnar, sum nú eru galdandi.
Síðani Føroyar søktu um upptøku í Alevropiska upprunaøkið í 1999 er skipanin víðkað munandi, soleiðis at hon eisini fevnur um miðjarðarhavslondini. Hetta er liður í ætlan ES um at Evropa og miðjarðarhavsøkið skulu samstarva á nógv fleiri økjum. Samsavnanin av uppruna er ein av mongum skipanum, sum ES ætlar at seta í verk áðrenn 2010.
Føroyar hava nú møguleika at skifta um uppruna á rávøru við 42 lond/landslutir í skipanini, um til ber at fáa fríhandilsavtalur við partarnar. Niðanfyri er yvirlit yvir londini í skipanini umframt yvirlit yvir londini, sum Føroyar í dag kunna samsavna uppruna við.
Hetta mál er eitt sera gott dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar eru væl umboðaðar í Brússel, soleiðis at til ber at hava tætt formligt og óformligt samband við ES-myndugleikar og áhugabólkar annars. Tað vísir eisini, hvussu drúgt tað kann vera hjá einum triðjalandi at økja um samstarvið við ES.
Londini í skipanini eru: Føroyar, ES, Noreg, Ísland, Sveis, Liktinstein, Bulgaria, Rumenia, Turkaland, Algeria, Egyptaland, Ísrael, Jordan, Libanon, Marokko, Sýria, Tunesia, Vestari áarbakki og Gasa geirin.
Føroyar kunnu samsavna uppruna við:
Ísland, Noreg, Sveis og ES (Belgia, Holland, Luksemburg, Týskland, Frakland, Italia, Danmark, Bretland, Írland, Grikkaland, Portugal, Spania, Svøríki, Finland, Eysturríki, Polen, Ungarn, Slovenia, Kekkia, Slovakia, Estland, Letland, Litavia, Kýpern og Malta)
Protocol 3 (Pan Euro Med) og Leiðbeining
Á heimasíðuni hjá Sendistovu Føroya í Evropasamveldinum www.faroes.be ber millum annað til at kunna seg um sáttmálaviðurskifti Føroya við ES og tollviðurskiftið Føroya/Noregs og Íslands við ES.
Toll- og Skattstova Føroya umsitur skipanina um samsavnan av uppruna