Handilssáttmálin við ES

(mynd - www.norden.org)
Núverandi fríhandilssáttmáli Føroya við Evropiska Samveldið kom í gildi í 1997 og gevur Føroyum sera rúmsátt frælsi at handla frítt við vørum við ES og umvent. So at siga allar vørur eru fevndar av fríhandli - Føroyar hava í roynd og veru givið ES fullkomnan fríhandil meðan tað eru nakrar avmarkingar hinvegin á fiskavørum.
Síðani fyrstu formligu fríhandilsavtalu Føroyar og ES millum frá 1991 er handil við fiskavørum gjørdur alsamt fríari. Øll kvotuloft eru burtur og alsamt fleiri vørur hava 0 toll ella avmarkaðan toll í mun til vanliga 3. landstollin. Føroyar hava sostatt í fleiri førum nógv betur sáttmála enn onnur triðjalond. Dømi um hetta eru Kapittul 0301 – 0307 og ávísar vørur í kapittul 16 í Fríhandilssáttmálanum; feskur ella kaldur fiskur er stórt sæð tollfríur; frystur fiskur er tollfríur á øllum týdningarmiklum økjum fyri Føroyar. Nevnast skal, at fryst hýsa kom á listan í seinnu helvt av 2006 og; Liðugt framleidd vøra hevur í mongum føri 0 toll – serliga á týdningarmiklum økjum fyri Føroyar.
Bert fýra vørubólkar eru fyri forðingum
Tað eru í dag bert fýra vørubólkar av teim vørum sáttmálin fevnir um, ið enn eru fyri forðingum. Hesir eru: Pilkaðar rækjur á 3000 tons (tilsøgn er komin frá ES um, at kvotan hækkar stigvíst til 6000 tons eftir ynski úr Føroyum.) síl, kvota 700 tons, niðursjóðaður laksur, kvota 400 tons - annað niðursjóðað, kvota 1200 tons.
Handilsmøguleikarnir fyri vørur ikki avmarkaðir
Handilsmøguleikar Føroya eru tí rættiliga rúmir. Nærum alt er við í handilssáttmálanum, sum hevur áhuga fyri Føroyar í løtuni. Føroyar hava eisini fríhandilssáttmálar við Ísland, Noreg og Sveis – spurningurin er tí um at tróta teir møguleikar, ið Føroyar hava umframt alla tíðina at virka fyri, at handil við fiskavørum verður fríari altjóða.
Føroyska fyrisitingin hevur í tøttum samstarvi við vinnulívið arbeitt virkið við hesum líka síðani Føroyar fingu fríhandilssáttmála við ES fyri 15 árum síðani. Hesin fyrsti sáttmálin hevði nógvar avmarkingar, sum ivaleyst kann umroknast til at bert 60-70% av samhandlinum tá var frælsur, tá umræður atgongd til ES marknaðin fyri føroyskar vørur. Hinvegin var nærum fult frælsi fyri vørur úr ES til Føroya. Í samráðingum við ES í 1998 fingu Føroyar, vísandi til grein 24 stykki 8 í WTO sáttmálanum (substantially all trade must be free/umroknað til umleið 95%), handilin frælsisgjørdan á at kalla øllum økjum. Ein orsøk var, at ES stúrdi fyri at verða kært til WTO.
Ítøkilig øki í sambandi við økta atgongd
Ítøkiliga arbeiða Føroyar við at fáa økta kvotu á kúvingi og krabba. Á felagsnevndarfundinum Føroyar ES millum á sumri í 2006 fingu Føroyar tilsøgn um, at kvotan á rækjum verður hækkað og at fryst hýsa kemur á listan yvir vørur, ið Føroyar frítt kunna flyta til ES. Hetta er síðani sett í verk. Fyrisitingin roynir eisini at fáa ES til at taka av dumping tiltøkini, ið vóru sett í verk í 2004 móti føroyskum innflutningi av ælabogasílum. Yvirskipað verður harumframt virkað fyri at fáa ES at broyta verandi negativ lista til ein positiv lista. [1]
Føroyar partur í Pan-Euro-Med
Í desember 2005 gjørdust Føroyar partur av Alevropiska-miðjarhavsøkinum fyri samsavnan av uppruna (Pan Euro Med) – í stuttum merkir hetta, at Føroyar kunna samsavna vørur við øll londini í Evropasamveldinum umframt Ísland, Noreg og Sveis. Eisini er gjørligt at innflyta vørur úr hesum londum, tilvirka tær somikið lítið at vøran ikki skiftir uppruna og útflyta hana aftur eftir teimum handilstreytum í landinum, haðani vøran upprunaliga stavar. Hetta er galdandi fyri at kalla allar vørubólkar. Les meira um hesa skipan her.
Til ber at fáa at vita tollin á vøru millum Føroyar og ES á Taric heimasíðuni hjá ES. Sí her.
Greining av viðurskiftunum við ES
Í samgonguskjalinum stendur, at arbeiðið at gera nýggjan sáttmála við ES heldur áfram. Sum liður í hesum arbeiðir Uttanríkistænastan við at eyðmerkja, um og hvar tørvur er á broytingum í viðurskiftinum við ES.
Fýra álit eru skrivað um samstarvið millum Føroyar og ES síðan 1996. Talan er um upplýsandi og virðismikið tilfar, sum fyrst og fremst hevur havt sum endamál at lýsa, hvørjir møguligir og egnaðir leistir eru fyri at fáa eitt tættari samstarv við ES, sum í dag er grundað á tríggjar tvíliðaðar sáttmálar – ein handilssáttmála, ein fiskiveiðisáttmála og ein granskingarsáttmála.
Ætlanin er ikki at fara undir enn eitt ES álit. Í eini samráðingartilgongd við ES, verður tó neyðugt at kunna vísa á, hvørjar ítøkiligar avmarkingar eru í núverandi samstarvi, og hvørji ynski vit hava um broytingar. Endamálið er tí at lýsa í stuttum, á hvørjum økjum tørvur er á at broyta formligu viðurskiftini.
Greiningararbeiðið skal sostatt tryggja eitt haldgott grundarlag fyri fyrireikingunum og politisku viðgerðini av, hvat málið skal vera í einari samráðingartilgongd við ES, og hvussu samráðingarnar skulu skipast, við tí fyri eyga at vit fáa ein dagførdan tíðarhóskandi samstarvskarm við ES.
____________________________________
[1] Í løtuni er meginreglan, at allar fiskavørur sum eru á einum lista eru loyvdar at flyta til samveldið – av og á eru kvotur eisini á (hetta er positivlistin). Ein negativlistihevur við sær, at allar fiskavørur, sum eru nevndar hava toll ella kvotur meðan restin eru fevnd av fríhandli – hetta hevði verið munandi lættari at umsitið og er ikki eins stívrent og positivlistin.