Miðlastuðul

Miðlastuðul verður latin sum verkætlanarstuðul og sum stuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur.

Verkætlanarstuðul kann verða latin til miðlar, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Talan kann vera um eitt nú greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a.

Stuðul til lønarútreiðslur kann verða latin til miðlar, sum hava skjalprógvaðar lønarútreiðslur undanfarna roknskaparár.
Sambært miðlastuðulslógini verða 70% av játtanini latnar til verkætlanir, og 30% verða latnar til lønarstuðul. 

Løgtingið samtykti á fíggjarlógini  fyri 2024 at hækka játtanina til miðlastuðul við kr. 900.000, so játtanin var kr. 2.900.000. Harumframt vóru kr. 100.000 játtaðar til umsitingina hjá nevndini.

Játtanin er í 2026  hækkað við 2 mió. kr., so at samlaða játtanin nú er 4,9 mió. kr. Eitt lógaruppskot varð lagt fyri Løgtingið í fjør til tess at finna ein annan leist at býta stuðulin eftir, men uppskotið fall burtur, tá ið løgtingsval varð útskrivað.

Tað er Miðlastuðulsnevndin, ið tekur endaligar avgerðir innan fyrisitingina um miðlastuðul. 

Í Miðlastuðulsnevndini, sum situr tíðarskeiðið 1. oktobur 2025 til 30. september 2028, eru:

  • Lív Krogh Arge, forkvinna, eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, 
  • John Johannesen, eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólk, og 
  • Ingibjørg Berg eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.  

Varafólk eru ávikavist Teidur Friduson Andreasen, Sigrún Brend og Martin Nolsøe Simonsen.

Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini