Fiskiveiða

Uttanríkis- og fiskimálaráðið umsitur lógina um sjófeingi og aðrar tilhoyrandi lógir. Sostatt umsitur Uttanríkis- og fiskimálaráðið allan vinnuligan fiskiskap og hevur ábyrgdina av, at fiskastovnarnir verða veiddir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggum grundarlagi.

Umsitingin av vinnuliga fiskiskapinum fevnir um fiskiskap í føroyskum sjóøki við føroyskum og útlendskum skipum og um føroysk skip í fremmandum sjógvi.  

Umsókn um fiskiloyvi sendast til Vørn

Øll málsviðgerð og avgreiðsla í sambandi við veiði- og fiskiloyvi til fiskifør, ið eru undir fiskidagaskipanini til botnfisk á føroysku landleiðunum, verður avgreidd av Vørn.