Rigmor Dam í Góðan morgun Føroyar 04.01.18
Hósmorgunin 04.10.18 var Rigmor Dam boðin í Góðan Morgun Føroyar fyri at greiða nærri frá Árinum fyri málmenning hjá børnum.
Landsstýriskvinnan vísti millum annað á, hvussu øll vaksin hava eina ábyrgd av at tosa við børnini og eggja teimum til at seta orð á tað, tey kenna og uppliva, fyri at stimbra teirra málmenning. Serliga nú okkara samvera er so nógv broytt av skermunum, sum bæði børn og vaksin dagliga brúka.
Eisini greiddi hon frá verkætlanum og tiltøkum, sum verða komandi árið.
Hoyr samrøðuna her
